Fiskivinna
Í vikuni kemur eitt russiskt móðurskip inn á Skálafjørðin. Skipið verður lagt við oljubryggjuna hjá Runavíkar kommunu, har tað fer at taka ímóti og frysta smáa upsan, sum sølufyritøkan, Fofish í Runavík, selir fyri reiðaríini, Beta, Sjóborg og Kúrberg.
Í løtuni liggur skipið á Havnini og verður gjørt klárt at taka ímóti upsa.
Ábraham Løkin, sum er annar av monnunum aftanfyri Fofish, sigur, at eftir ætlanini skuldi russarin longu verið komið inn á Skálafjørðin, men tað hevur tikið nakað longri tíð enn ætlað at gera skipið klárt til móttøkuna.
- Vit vænta, at skipið kemur inn á Skálafjørðin í morgin, segði Ábraham, tá ið vit høvdu hann í telefonini í gjáramorgunin.
Etin í Ruslandi
Fofish hevur fingið eitt fyribilsloyvi frá landsstýrinum, sum er galdandi í átta vikur at frysta smáan upsa ? upsa 4, sum vigar upp til hálvt annað kilo ? umborð á russiska skipinum. Skipið klárar at frysta 25 tons um samdøgnið, og lastir tekur eini 200-250 tons.
Ábraham sigur, at tá ið lastin er full, kemur eitt annað russiskt skip eftir fiskinum, sum verður seldur og etin í Ruslandi, sum hann tekur til.
- Sostatt kemur hesin upsin ikki aftur á evropeiska marknaðin í kapping við eitt nú føroyska upsan, leggur hann aftrat.
Stjórin í Fofish vísir á, at føroysku reiðaríini hava ongan møguleika at klára seg við tí upsaprísi, sum verið hevur í longri tíð.
Hann vil ikki siga, hvussu nógv reiðaríini fáa fyri fiskin, sum verður frystur umborð á russiska móðurskipinum, men vísir á, at hesin prísurin er avtalaður, og hann er munandi betri, enn skipini annars fáa fyri fiskin í løtuni.
Sum skilst, er tað danska felagið, Kangamiut, sum keypir upsan frá føroysku reiðaríunum og selir hann aftur á russiska marknaðinum.
Skildur fiskur
Fyri at lúka treytirnar, sum landsstýrið hevur sett, er neyuðugt, at upsin verður skildur, og hetta arbeiðið verður gjørt í høllini hjá Beta í Saltangará.
- Tað hevði verið lættari og bíligari fyri reiðaríini, um eini 20-30% av fiskinum kundu verið 3?arar, tí tá hevði ikki verið neyðugt at skilt fiskin í sama mun sum nú. Tá kundi tann stóri fiskurin verður skildur frá á veg niður í lastina og seldur fyri seg, meðan tann smái fiskurin fór umborð á móðurskipið til frystingar og sølu í Ruslandi.
Ábraham sigur, at treytin hjá landsstýrinum við fyribilsloyvinum er, at fiskurin verður bjóðaður út á uppboðssølu í Føroyum, áðrenn hann verður frystur og útfluttur.
- Skipini fáa so nógvan upsa ? og fiskurin er so smáur, at stundir eru ikki hjá manningini at skilja allan fiskin umborð. Tí er neyðugt at gera hetta í landi, leggur hann aftrat.
Umborð á russaranum verður fiskurin avhøvdaður og frystur, og høvdini koma síðan í land aftur. Tey verða seld til Høvdavirkið í Leirvík, um teir ynskja at keypa tey.
Ábraham Løkin sigur, at upsamarknaðurin í Ruslandi tykist økjast, og tí er at vóna, at hetta verður ein glotti á leiðini, nú prísurin annars hevur verið so lágur sum ongantíð áður