Loysir tað seg ikki at búgva í útjaðaranum?

Lurta eftir kjaksending hjá Óla Breckmann her

Hví flyta fólk úr utjaðaranum í Føroyum, hóast milliardir av krónum eru brúkar upp á at menna útjaðaran?

Tað var ein av spurningunum, sum varð tikin upp í kjaksendingini hjá Óla Breckmann á Rás2 í dag.

Er tað tí at tað ikki loysir seg at búgva í útjaðaranum. Ella loysir tað seg yvirhøvur at búgva í Føroyum, spurdi hann eisini.

Til at kjakast um Føroyar fyrr, Føroyar í dag og Føroyar í framtíðini, hevði Óli Breckmann fingið trý fólk við sær í rásarúmið á Rás2.

Tey vóru Johanna Maria Isaksen, húsmóðir á Húsum á Kalsoynni, Petur Jacob Sigvardsen, fólkalívfrøðingur frá Gjógv, og Sólvit Nolsøe, samfelagsfrøðingur, úr Dali.

 
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra sendingina.