- Landssjúkrahúsið eigur ikki at hava til uppgávu at røkja frísk fólk. Hetta er ein ólukkulig støða, sum vit mugu loysa sum skjótast, sigur Hans Pauli Strøm. Hann greiðir somuleiðis frá, at heimarøktin hevur havt ein trupulleika at fáa neyðugu játtanina.
- Tey arbeiða alla tíðina. Alt døgnið, hvønn dag í árinum. Men tá mann tosar um fíggjarlóg sær mann, at heimarøktin hevur fingið eina og tepra játtan, metir Hans Pauli Strøm. Hann leggur afturat, at hann á ongan hátt fer at siga, at Rósa Samuelsen ikki hevur verið nóg røsk at útvega sær pening.
Ein ónd ringrás
Hans Pauli Strøm metir, at mann er í einari óndari ringrás, sum ger støðuna á Landssjúkrahúsinum ótolandi.
- Hetta er ein stórur trupulleiki, sum hevur ótolandi fylgjur fyri øll, sum eru innvolveraði í málinum. Har meini eg eisini við tey avvarðandi, sum ikki vita síni livandi ráð í hesi vanlukkuligu støðu, sum bara er vorðin verri, síðan barakkin varð afturlatin, staðfestir Hans Paulis Strøm.
Sjúkrahúsið gjørt sítt
Fyrr hevur Nærverkið leiga seg inn í barakkina fyri fimm milliónir um árið, men frá 1. januar í ár, gavst hetta samstarv.
- Landssjúkrahúsið hevur latið tær fimm milliónirnar aftur til Nærverkið, og tað skal alt annað líka betra um støðuna hjá Nærverkinum, vísir heilsumálaráðharrin á. Hann leggur afturat, at afturlatingin av barakkini hevur gjørt trupulleikan enn verri, har mann misti hesi tíggju plássini, sum vóru í barakkini.
Somuleiðis vísir hann á, á sama hátt sum øll onnur í málinum, at barakkin ikki kann latast uppaftur, tí hon skal nýtast til onnur endamál, tá umbyggingin av Landssjúkrahúsinum fer í gongd í vár.
Kendi til trupulleikan
Hans Pauli Strøm greiðir frá, at Landssjúkrahúsið gjørdi vart við henda stóra trupulleika fyri jól, men tá var ikki møguleiki at taka málið upp, tí fíggjarlógin var fyri. Men hann sigur seg skula á fund við sjúkrahúsið í morgin, har mann skal tosa um ymiskar møguleikar fyri útslúsing av liðugtviðgjørdum sjúklingum, tí trupulleikin hjá leiðsluni á Landssjúkrahúsinum er, at ongin er at taka ímóti hesum liðugt viðgjørdu sjúklingunum. Tí serliga Suðurstreymur manglar røktarheimspláss.
- Í fyrstu syftu mugu vit finna útav, hvørjir møguleikar eru, men tað er eyðsýnd, at ein loysn má finnast beinanvegin. Evsta mark er tá umbyggingin av Landssjúkrahúsinum fer í gongd, men hetta eigur ikki at taka so langa tíð, sigur Hans Pauli Strøm.
Mugu finna útav onkrum
- Eg og Rósa Samuelsen mugu syrgja fyri, at ein loysn verður funnin, tí vit hava skyldur mótvegis okkara borgarum. Og tað kann heldur ikki loysa seg, at sjúkrahúsið verður nýtt til røktarheim, staðfestir heilsumálaráðharrin.