Volmar Højgaard
Spell var, at málið um Skálafjarðatunnilin og Sandoyartunnilin skuldi enda í slíkum hurlivasa.
Men grundin er nógvu ivamálini í ‘Semjuni’ hjá tunnilsbólkinum. M.a.:
Nær skulu tunlarnir gerast?
Hvør tunnil skal gerast fyrst?
Hvussu skulu 50 mill. kr. árliga finnast á fíggjarlógini, nú inntøkurnar hjá landinum standa í stað ella lækka?
Er rætt at økja skuldina hjá landinum tvær milliardir?
Skulu brúkarar av Skálafjarðatunlinum gjalda fyri Sandoyartunnilin?
Úrslitið av hesi ‘semju’ kann nú lætt føra til samgonguslit, og so gongur aftur rúm tíð áðrenn nakað hendir í málinum.
Men tað ber til at finna eina loysn.
Loysnin kann byggja á, at
1) Privata felagið aftan fyri Skálafjarðatunnilin sleppur í gongd beinan vegin. Men ein av treytunum fyri loyvinum verður, at gjøgnumkoyrandi akfør gjalda t. d. 5 krónur pr. túr til útbygging av vegakervinum aðrastaðni - m. a. til Sandoyartunnilin. (Mett árlig inntøka 8-10 mill.)
2) Sama 5-krónu-gjald verður innført fyri Vága- og Norðoyatunnilin. (Mett árlig inntøka 6-8 mill.)
3) Ein króna pr. litur verður løgd oman á prísin á bensini og diesel. (Mett árlig inntøka 30-35 mill.)
Hesar umleið 50 mill. árligu krónurnar fara í almenna partafelagið, sum skal standa fyri Sandoyartunlinum. Og felagið fer í gongd beinan vegin.
Tað eru nógvir fyrimunir við hesi loysnini. T.d.
Landið sleppur frá eini skuldarbinding upp á eina milliard fyri Skálafjarðartunnilin. Men fær kortini inntøkur haðani.
Báðir tunlarnir kunnu gerast beinan vegin.
Tað er ikki neyðugt at finna sparingar á fíggjarlógini fyri at fíggja 50 mill. árliga til Sandoyartunnilin.
Og tað er eisini nakað av rímiligheit í loysnini. T.d.
Tey økini í landinum, sum vóru so heppin at fáa undirsjóvartunnil fyrst, hjálpa eitt sindur til so at onnur øki eisini fáa sama møguleika. (Landskassin – tvs. øll - hava jú goldið stóran part av verandi undirsjóvartunlum).
Sjálvt um ein króna verður løgd oman á bensin/diesel-prísin, so er hann kortini lægri enn í okkara grannalondum.
Við bensin/diesel-avgjaldinum koma øll at gjalda. Eisini útlendingar, sum koyra og keypa brennievni her í landinum.
Og tey sum brúka mest olju – tvs. slíta vegirnar mest – koma at gjalda mest.
Flestu eru samd um, at vit eiga at halda fram við at gera undirsjóvartunlar.
Tí má bera til at loysa málið - skjótt.