Loystu uppgávuna til UG

Suðuroyingarnir vóru sjálvandi ógvuliga fegnir eftir fína sigurin í Klaksvík. Úrtøkan ber við sær, at tað nú skal meiri enn eitt umfar til fyri at fáa VB/Sumba niður um keðiligu strikuna.
                      - Vit vistu, at tað plagar at ganga illa hjá KÍ, tá ið teir hava stór tiltøk har norðuri. Tað koyrdu vit uppá, og tað vísti seg aftur at verða soleiðis hesa ferð, staðfesti annar av venjarunum, Bjarni Johansen.
                      Hin VB/Sumba venjarin, Finn Johannsen, er klaksvíkingur og KÍ viðhaldsmaður um ein háls.- Tað var undarligt at ynskja tað besta fyri mótstøðuliðið hjá KÍ, men soleiðis er tað nú eina ferð. Eg kann ikki annað enn rósa okkara monnum fyri at hava loyst uppgávuna til fulnar, tí tað er altíð torført hjá teimum, sum spæla í Klaksvík, og eftir sigurin á B36 hevði KÍ alla orsøk at spíla seg út, segði Finn Johannesen.