Loyvið sølu av fiskiloyvum ímillum veiðibólkar

Á heysti 2004 setti Bjørn Kallsø ein bólk at kanna fiskiorkuna. Í bólkinum vóru Petur Steingrund fyri Fiskirannsóknarstovuna, Ólavur Asafson Olsen fyri Fiskidaganevndina og undirritaði, sum skipaverkfrøðingur, var formaður. Setningurin var soljóðandi, at:

kanna um fiskiorkan er broytt, síðani fiskidagaskipanin varð sett í verk,

meta um, hvussu fiskiorkan broytist, og hvussu hon broytist yvir tíð,

meta um tilfarið, ið fiskidagaskipanin er bygd á, fyri at staðfesta, um grundarlagið undir skipanini framvegis er nøktandi, harundir eisini meta um, hvørjar avleiðingar tað hevur fyri fiskiorkuna, um fiskidagarnir verða uppgjørdir á ein annan hátt enn higartil.

 

Nevndin lat álitið inn 4. apríl 2005. Niðurstøðurnar vóru fylgjandi:

 

Verða allir skipabólkarnir tiknir undir einum, er veiðiorkan økt hesi árini, fiskidagaskipanin hevur verið í gildi.

Í bólki 2 (partrolararnir) er veiðiorkan fallandi

Í bólki 3 (línuskipini) er veiðiorkan veikt vaksandi

Í bólki 4A (før 15 – 40 tons) er veiðiorkan fallandi

Í bólki 4B (før 40 – 60 tons) er stórur vøkstur í veiðiorkuni

Í bólki 5 (før minni enn 15 tons) er veiðiorkan eisini vaksandi

Bólkarnir 4 og 5 taka lutfalsliga meiri av toski og hýsu nú, enn tá ið fiskidagaskipanin byrjaði.

Fiskidagaskipanin ger, at skipini verða rikin meira effektivt.

Útskiftingar av skipum við nýggjum/øðrum førum hevur fyri allar skipabólkar, uttan bólkarnar 2 og 3, viðført, at skipini eru vorðin størri enn tey skip, sum tey vórðu skift út fyri.

Ein broyting í uppgerðini av fiskidøgum í mun til verandi uppgerðarhátt má gerast soleiðis, at veiðitrýstið ikki økist og soleiðis, at til ber at umsita hana.

Uppgerðin av fiskidøgum hjá bólki 5 er ikki nøktandi sammett við hinar bólkarnar.

 

Sum sjálvsagt er, tá ið farið verður undir eina tílíka uppgávu, varð nógv tosað um, hvat kannast skuldi. Eg skal her skriva ein lista, sum so avgjørt ikki er fullfíggjaður, men sum kann geva eina mynd av, hvørji viðurskifti ávirka veiðiorkuna hjá einum skipi:

 

Hvat ávirkar fiskiorkuna hjá einum skipi?

Betri: Ekkolodd, radarar, GPS’ar, elektronisk kort, 3D kort, trol, spøl, net, veirur, verksmiðjur, kryvjimaskinur, húkar, lína, svøvlar, agn, ísur, kassar, egningarmaskinur, teldutøkni, samskifti, motorar, skrúvur og betran av sjálvum skipinum,

og síðst menn so avgjørt ikki minst dugnaligari skiparar og manningar.

 

Harafturat koma so fiskidagarnir, ið eitt skip fær tillutað.

 

Teir, ið gjørdu fiskidagaskipanina, sóu við tað sama, at tað var ómøguligt at taka alt við, ið ávirkar fiskiorkuna, og stýra út frá tí. Skilagóðir, sum teir vóru, settu teir nakrar reglur upp, ið kundu mátast. Tað er jú ein sjálvfylgja, at einhvør vinna alsamt økir produktivitetin í hesum føri fiskiorkuna. Eingin reiðari vil gera nakað við skipið hjá sær, sum ikki økir um veiðiorkuna. Tá ið hann byggir nýtt, fara allar heilakyknurnar í gongd so eitt nýtt skip fæst, ið slær allar rekordir viðvíkjandi fiskiorku. Hann tosar við skipaverkfrøðingar, skipasmiðjur, allar veitarar av útgerð og ikki minst við skipara og manning, sum allir skulu tryggja honum, at sum mest fæst burturúr íløguni. Alt hetta skuldi gjørt einum og hvørjum greitt at fiskiorkan hjá flotanum alsamt økist. Men umsitingin hevur bert sett nøkur lætt mátbar krøv. L x B x D (x Hk) og fiskidagatal. Hetta er stødd á skipi, motormátt og fiskidagatal.

 

Vit settu okkum tí fyri at kanna, hvussu fiskiorkan var broytt í mun til tey mát, ið umsitingin hevði ásett. Niðurstøðan stendur omanfyri. Fyri flestu veiðibólkar var fiskiorkan økt. Fyri bólk 5 verða enntá fiskidagarnir ikki gjørdir upp við skili. Og fiskiorkan, sambært ásetingunum hjá umsitingini, øktist í tíðarskeiðinum, vit kannaðu, sjálvt um fiskidagarnir vórðu lækkaðir í fleiri umførum.

 

Tá veiðiorkan øktist í mun til tey mát, umsitingin hevur sett upp, hvussu nógv kann ein so ikki rokna við, at veiðiorkan er økt uppá allar hinar mátarnar (nevndir omanfyri), ið veiðiorkan kann økjast?

 

Man kann kanna, hvussu nógv veiðiorkan út yvir ásetingarnar frá umsitingini er økt fyri teir ymsu veiðibólkarnar við t.d. at gera stakkanningar av útskiftingum, soleiðis sum Bjarti Thomsen á Fiskirannsóknarstovuni hevur gjørt í samband við útskiftingarnar av Kubatrolarunum. Hetta eru góðar kanningar at gera, men spurningurin er bara, hvussu tær skulu brúkast. Hesar kanningar kunnu bert brúkast til at prógva, at fiskiorkan økist. Tá ið flotin skal regulerast kunnu bert ásettu reglurnar L x B x D (x Hk) og dagatal brúkast, tí hetta er tað, ið fiskirættindini eru lutaði út eftir. Um umsitingin fer í gongd við tilvildarliga at taka dagar ella fiskiloyvir inn, sum tað passar teimum, endar alt í einum hurlivasa við stórum tapi fyri bæði fiskastovnar og fiskivinnu.

 

Støddin av skipunum kann bert broytast við útskiftingum av skipum ella leingingum. Fyri umsitingina og landsins kosnu menn er støðan tí ógvuliga greið. Tað er bert ein háttur at stýra fiskiorkuni uppá og tað er við fiskidøgunum. Bert lækkandi fiskidagatal, lækkar veiðiorkuna. Og tá ið skip verða skift út mugu teir halda rimmar rimmarfast við L x B x D (x Hk) og dagatal.

 

Spurningurin er tí, hvussu nógv skulu fiskidagarnir skerast um árið. Ein jøvn lækking í fiskidøgunum kemur bæði stovnunum og fiskivinnuni til góðar. Ein jøvn skerjing av fiskidøgunum ger, at vinnan fær tíð til at umskipa seg so hvørt fiskidagarnir minka.

 

Nú havi eg omanfyri roynt at vísa á, at bert dagatalið kann brúkast til at stýra fiskiorkuni. At leggja flotan eitt ávíst tíðarskeið hevur einki við stýring av fiskiorkuni at gera. At friða økir hevur einki við stýring av fiskiorkuni at gera. Tað er harafturímóti ein roynd at geva vinnuni verri møguleikar at brúka vinnutólini.

 

Nú hetta er sagt eru tó onnur viðurskifti, ið atlit mugu takast til í samband við fiskivinnuna. Vit hava fleiri fiskastovnar undir Føroyum og vit hava 5 veiðibólkar. Tað kann lætt koma fyri við okkara fiskidagaskipan, at ikki allir stovnar vera optimalt gagnnýttir. Mítt uppskot til hvussu man ger broytingar fyri at rætta uppá hesi viðurskifti er, at loyvi verður givið til at selja fiskiloyvi ímillum veiðibólkar t. d. at bólkur 4T fær loyvi at keypa fiskiloyvi og dagar úr bólki 5. Tað eigur eisini at verða loyvt, sum Jørgin Niclasen nevnur í lesarabrævi 17. juli, at møguligt verður hjá fleiri reiðaríum at uppkeypa eitt loyvi, sum teir síðani kundu býtt í fleiri lutir, og harvið økt um egna veiðiorku. Harafturímóti er eingin grund at broyta maskinmátt til pelatrekk, tí fyri at máta pelatrekk verður maskinmátturin brúktur. At brúka pelatrekk brýtur eisini við regluna um, at vinnan skal royna at økja um produktivitetin, í hesum føri royna at fáa meir burturúr hvørjum litri av brúktari olju.

 

At enda vil eg nevna, at bólkur 5 er tann bólkur, har størstur tørvur er á skipaðum viðurskiftum. Fiskidagarnir mugu gerast líka so væl upp, sum hjá hinum fiskibólkunum, og fiskidagarnir mugu býtast upp á bátar eftir, hvussu nógvar dagar teir hava brúkt seinastu 3 til 5 árini.