Føroyskir og danskir myndugleikar eru samdir um nýggja skipan, sum gevur føroysku læknalesandi í Danmark framíhjárætt at søkja sonevndu KBU-størvini í Føroyum. KBU er stytting fyri Klinisk basisuddannelse og er tað, ið fyrr kallaðist turnus. Hetta skrivar Heilsumálaráðið á heimasíðuni.
- Tað hevur verið eitt ynski frá bæði landsstýriskvinnuni, Sirið Stenberg, og føroyska heilsuverkinum um at broyta verandi skipan soleiðis, at teir føroyingar, sum hava lokið kandidatprógv í læknafrøði, fáa framíhjárætt at søkja tey umleið 10 KBU útbúgvingarstørvini, sum eru á Landssjúkrahúsinum árliga. Landssjúkrahúsið tekur inn tvær ferðir árliga, fimm hvørja ferð, skrivar himr.fo
- Hetta er ein týðandi liður í arbeiðinum at fáa fleiri læknar at starvast í føroyska heilsuverkinum. At knýta bond við læknar undir útbúgving økir heilt vist um møguleikan fyri at hesir velja Føroyar aftur seinni á síni starvsleið, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum sambært heimasíðun himr.fo.
- Sum er eru føroyingar saman við dønum við í lutakasti um KBU plássini í Føroyum. Føroyar er eitt vælumtókt útbúgvingarstað og stórur eftirspurningur er eftir at taka KBU-skeiðið í Føroyum. Tað hevur ta avleiðing, at fleiri føroyingar, sum lesa í Danmark, ikki sleppa til Føroyar í KBU-starv, hóast tey ynsktu tað. Semja er nú fingin í lag við Videreuddannelses-región Øst og danska Heilsustýrið um nýggja serskipan fyri føroyingar. Tað merkir, at frameftir fer føroyska heilsuverkið at lýsa KBU-størvini leys í Føroyum, sum føroyskir læknar útbúnir í Danmark kunnu søkja. Sum nevnt eru í hesum høpi talan um tilsamans 10 KBU-størv árliga, skrivar Heilsumálaráðið.
Tey størv, ið verða sett í hesari tilgongdini, eru tí ikki partur av vanliga lutakastinum. Hinvegin verða tey KBU-størv, sum ikki verða sett, lutaði út eftir somu mannagongd, sum í dag.
- Sum dømi kann nevnast, at um bert tríggir skikkaðir umsøkjarar eru til tey fimm KBU-størvini, sum verða lýst leys, so verða hini bæði útbúgvingarstørv við í vanligu KBU-skipanini, sum føroyingar harvið framvegis eru ein partur av. Leggjast skal aftrat, at skipanin verður óbroytt fyri tey læknalesandi, sum eru í útbúgving aðrastaðni enn í Danmark, sigur Heilsumálaráðið.
Miðað verður eftir, at teir fyrstu læknarnir kunnu byrja í nýggju skipanini á heysti 2018.