Ølsmakking og gallakvøld í Mentanarhúsinum

Fríggjakvøldið tann 22. mars klokkan 20.00 verður forvitnislig ølsmakking á skránni í Mentanarhúsinum, har Heri E. Petersen kemur at greiða frá um serstaka, danska brýggjaríið, Mikkeller.

Møguleiki er eisini fyri at smakka seks ymisk sløg av Mikkeller. Í steðginum spælir ungi og evnaríki fuglfirðingurin, Jógvan Joensen, nøkur egin løg. Fyriskipararnir boðað frá, at tiltakið er nærum útselt.

Frá klokkan 24.00 spælir eysturoyar bólkurin, Punktum, til dans. Teir ið mannað Punktum eru: Bjørn Djurhuus, Hjalti Joensen, Jákup Olsen og Kaj Johannesen.

Leygarkvøldið tann 23. mars er lagt upp til tað heilt stóra flogbóltsbrakið, tí flogbóltsgalla er á skránni í Mentanarhúsinum, har flogbólturin takkar fyri í ár, og øll tey bestu í kappingarárinum 2012 / 2013 verða heiðrað.

Eftir gallaveistluna, umleið klokkan 23.30, lata dyrnar upp við 18-ára aldursmarkið fyri almenningin, har Afterparty er á skránni við All That Rain. Dyrnar lata aftur kl. 03.45.

John's Café bjóðar øllum framvið til fýra rundir av Pub Quiz frá klokkan 22.00, og hareftir eina super pulju við rættiliga stórari upphædd.

Frá klokkan 24.00 spælir Kim Hansen alla náttina. Dyrnar lata somuleiðis aftur klokkan 03.45