Leygarkvøldið tann 26. Januar kl. 20.00 verður tann fyrsta av trimum ølsmakkingum í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Fyrsta kvøldið fer at verða um sterkar føroyskar øl. Her eru m.a. tvær nýggjar øl, ið ikki eru komnar út á marknaðin enn.
-Heri Eyðinsson Petersen verður frásøgumaður øll kvøldini, hann hevur nógva vitan um ølbrygging, og drúgvar royndir innan ølsmakking, boða fyrireikarar frá í kvøld.
-Dyrnar lata upp kl. 19.00, har møguleiki verður fyri at fáa sær eitt lítið ábit, áðrenn Heri kemur at siga frá teimum ymsu føroysku ølunum kl. 20.00. Ølsmakkingin er
á leið 2 1/2 tíma til longdar. Í steðginum fer bólkurin Ma'másita, at spæla nøkur løg.
Aftaná ølsmakkingina verður konsert við Ma'másita. Ma'másita er mannað av Hans Paula Tórgarð, Mike Viderø,
Biritu Adelu, Mortan Zachariassen, Jonleif Jensen og Agnar Lamhauge.