Toppskjúttin hjá Fiorentina seinastu tvey árini, Luca Toni, skiftir til týska Bayern München. Leiðslan í Fiorentina boðaði mánadagin frá, at stóri og sterki áleyparin ikki fór at leika í felagnum komandi kappingarár. Í dag skrivaði Toni so undir ein fýra ára sáttmála við Bayern München, sum hann vinnur sær eina ársløn áljóðandi 42 milliónir krónur. Hann gerst hervið best lønti spælarin í týsku Bundesliguni.
Luca Toni kostaði Bayern München 82 milliónir krónur at keypa.
Toni er eisini partur av italska landsliðnum, men vegna skaða verður hann ikki við í hópinum, sum í morgin lendur í Føroyum.