Luddi og Karlo á iTunes

Teir báðir føroysku lundarnir eru farnir á flog í cyperspace

Luddi og Karlo er nýggja barnabókin, sum Niklas Heri Jákupsson saman við øðrum hevur staðið fyri.

 

Bókin snýr seg um teir báðar tvíburarnar, Ludda og Karlo, og talan er um barnabók við eini hendingaríkari søgu.

 

Bókin er týdd til enskt, og hon er til keyps á amazon.com. Nú fæst hon eisini á iTunes. So hóast flogræðslan ger um seg í bókini, so royna teir báðir tvíburarnir nú flogið úti í stóru verð.