Norðurlandahúsið var fullsett til frumsýningina av nýggja spælifilminum Ludo hjá Katrini Ottarsdótir hóskvøldið 11. september.
Ein teirra, ið var til sýningina var listabloggarin og -ummælarin Kinna Poulsen, og heimkomin skrivaði hon á listabloggi sínum eitt einastandandi gott ummæli av filminum, har allir "partar" av filminum fáa rós - leikarar, senografi, myndir, ljóð, tónleikur osfr.
Ummælið byrjar soleiðis:
"Tá leikstjórin, Katrin Ottarsdóttir og hennara fólk, begávaði við blómum, vóru farin av pallinum í Norðurlandahúsinum í kvøld, var tað sum um, at áskoðararnir als ongan hug høvdu at reisa seg úr stólunum. Vit sótu bara har pinnastill og í skrivandi stund ivist eg enn í hvaðani lammilsið stavar, um tað er vantandi avkláring av onkrum slag, men eg haldi tað var sjokk og sorg yvir tað ræðuliga mammuportrettið, sum vit júst høvdu verið vitni til og sum vit høvdu brúk fyri at sodna."
Alt ummælið kann lesast her: www.listaportal.com/tidindi/2014/9/11/sgan-um-eina-mir