Ludo nú á donskum løriftum

Hósdagin fer føroyski spælifilminum LUDO hjá Katrini Ottarsdóttir at ganga í fimm donskum biografum – í Keypmannahavn, Valby, Aarhus, Aalborg og Odense

Hósdagin fer føroyski spælifilminum LUDO hjá Katrini Ottarsdóttir at ganga í fimm donskum biografum – í Keypmannahavn, Valby, Aarhus, Aalborg og Odense.

 

Hendan dag og fyribils komandi vikuna verður filmurin sýndur í Vester Vov Vov í Keypmannahavn, Valby Kino, Øst for Paradis í Aarhus og Biffen í Aalborg. Í Cafebiografen í Odense byrjar filmurin at ganga eina viku seinni, 2. oktober.

 

Umframt vanligu biografsýningarnar verður filmurin eisini sýndur á filmsstevnuni Færøske Biodage á Norðurbryggjuni og í Cinemateket (í Filmhúsinum) í Keypmannahavn. Umframt Ludo verða tríggir aðrir filmar hjá Katrini sýndir á Færøske Biodage – spælifilmarnir Bye Bye Blue Bird og Atlantic Rhapsody og filmurin Sporini vaksa úr orðum um Jóanes Nielsen.

 

Sí skránna VIÐ AT TRÝSTA HER ella HER