Kappróðrarfelagið NSÍ hevði aðalfund í farnu viku. Formaðurin seinnu árini, Sámal Hansen, og fíggjarleiðarin, Sunnvard Vang, høvdu undan fundinum boðað frá, at teir ikki tóku við afturvali. Í teirra stað vórðu valdir Ludvík við Stein og Tóroddur Vang, sum báðir í nógv ár hava verið partur av manningini á Eysturoyingi. Nevndin skipaði seg eftir fundin við Ludvík við Stein sum formanni. Bjarki Danielsen er næstformaður, Sam Lamhauge er fíggjarleiðari og Bogi Olsen er skrivari. Tiltakslimir eru Gudmundur Danielsen og Sámal Hansen.