Í dag frá klokkan 16 til 19 hevur listamaðurin, Ludvík á Brekku, fernisering í Smiðjuni í Lítluvík í Havn, har hann letur upp framsýning við málningum, sum verður opin til og við mikudagin í næstu viku.
Talan er um 25 smærri og størri verk, og fleiri av størru myndunum hevur Ludvík málað á Listaskúlanum á Ærø í Danmark, har hann tók útbúgving sum listamálari síðsta vetur.
Framsýningin er stak fjølbroytt, og eins og málningur hansara á Ólavsøkuframsýningini, bera fleiri av framsýndu verkunum boð um, at her er talan um nýbrot í hansara listarliga virksemi.
Framsýningin er opin soleiðis:
Hósdagin 31. juli kl. 16-19
Fríggjadagin 1. august kl. 14-19
Leygardagin 2. august kl. 11-18
Sunnudagin 3. august kl. 14-18
Mánadagin 4. august kl. 14-18
Týsdagin 5. august kl. 14-18
Mikudagin 6. august kl. 14-18