Tilboð og hjálpitól til teirra, ið stríðast við astma og allergi eru á skránni, tá Ole Møller Nielsen fer at halda fyrilestrar í komandi viku
Í døgunum 18. og 19. mai hevur Astma & Allergifelagið vitjan av Ole Møller Hansen, frá danska felagsskapinum »Luftballonen«. Á framsýningum og fyrilestrum í Havn og í Klaksvík fer hann at greiða frá hvørji tilboð og hjálpartól finnast til teirra, ið eru fongd við astma og allergi. Fyrilestrarnir verða hildnir á ávíkavist Sjúkrahúsinum í Klaksvík og á Landssjúkrahúsinum.
Umframt at Ole Møller Hansen fer at greiða frá um summarlegutilboð til ung við Astma, sum felagið fyriskipar í Danmark og í Hollandi, so umboðar hann eisini fyritøkuna MvG Consult í Odense, ið er ráðgevandi innan luftviðurskifti og umhvørvi. Og hann fer so eisini at greiða frá, hvønn týdning fuktur, dust, teppir, pollen v.m. hava fyri tilveruna hjá teimum, sum eru fongd við astma og/ella ovurviðkvæmi.
Framsýningarnar og kunnandi fundirnir eru almennir, og verða sum nevnt hildnir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi týsdagin 18. mai, og á Landsjúkrahúsinum mikudagin 19. mai. Kl. 16.00 er heitið: Mytir og fakta um inniklima, og kl. 19.00 verður greitt frá summarskeiðum fyri børn og ung við astma. Heitið er: Ein øðrvísi summarfrítíð fyri teg, ið hevur astma.
Fyrireikararnir handan tiltakið eru Astma & Allergifelagið í Føroyum, felagið Luftballonen og ráðgevandi verkfrøðingafelagið MvG Consult.