Tað týska flogfelagið Lufthansa umhugsar at keypa SAS, skrivaði Reuters fyrr í dag. Tá tíðindini bórust, fingu partabrøvini í SAS luft undir veingirnar. Tað viðførdi, at allur handil við SAS partabrøvum varð tikin av keypsskálunum, men áðrenn partabrævahandilin steðgaði, hækkaði virðið á SAS partabrøvunum við 12%.
Orsøkin til hækkingina sigst vera, at Lufthansa hevur boðið útvið tað tvífalda, sum partabrøvini vórðu skrásett til í gjár.