Luftin má reinsast

Løgtingsformaðurin var bersøgin, tá hann helt røðu í Norðurlandahúsinum fríggjadagin í sambandi við, at 10 vóru liðin, síðan løgtingsins umboðsmaður fór til verka. Politiska skipanin má reinsa luftina í grannskoðaramálinum, segði Hergeir Nielsen og fanst at, at skipanin ikki hevur megnað at handfarið lemjandi ákærurnar í hesum máli

 
Fult av fólki var í Skálanum í Norðurlandahúsinum seinna­partin fríggjadagin, tá løg­tingsins umboðsmaður, Sólja í Ólavs­stovu, hevði boðið til ráð­stevnu at taka saman um tey 10 árini, ið løgtingsins umboðsmaður hevur verið virkin. Tríggir høvuðsrøðarar vóru á skránni, Sjúrður Ras­­­mus­sen, ráðgevi á Løg­­mans­­­skrivstovuni, John­hard Klettheyggj, leið­andi løg­frøðingur í Heilsu­mála­ráð­­num, og Róbert Spano, pro­fessari við Háskóla Íslands.
Áðrenn hesir tríggir fingu orðið, beyð Sólja í Ólavs­stovu vælkomin, og løg­tings­formaðurin, Hergeir Nielsen, segði nøkur orð. Tey umleið 130 fólkini í Skál­­anum høvdu ivaleyst vænt­að, at hann fór at bera løg­tingsins umboðsmanni nøkur meinaleys góðynski, og tað gjørdi hann lutvíst eisini. Men hann var eisini óvan­liga hvassur í síni røðu. Tá hann hevði greitt frá, hvussu løgtingið vanliga handfer frágreiðingarnar frá um­boðs­mann­­inum, læt hann hesi orð falla:
 "Okkurt málið er kortini, sum misprýðir myndina, ikki av umboðsmanninum, men heldur av teirri vøkkultu sam­felagsskipanini, sum ikki enn hevur sæð seg føra fyri at handfara tær lemjandi niðurstøðurnar, ið komu frá tingsins umboðsmanni fyri hálvum ári síðan mótvegis nøkr­um av samfelagsins hægstu vøldum. Eitt mál, sum umboðsmaðurin av sín­um eintingum hevði tikið upp og kunnað løgtingið um," segði Hergeir Nielsen. 
 
Skuldu farið frá
Hann helt, at tá stýrisskipanin sigur, at landsstýrismaður hevur rættarliga ábyrgd av málsøki sínum, áttu teir fremstu ábyrgdarhavandi beinanvegin at lagt øll síni politisku størv frá sær til gagns fyri politisku skipanina, tá grannskoðarafrágreiðingin kom. Men soleiðis er tíverri ikki í Føroyum, her lítil orka og minni vilji hevur ver­ið til at staðfesta ábyrgd og taka skjótar avgerðir, so avleiðingarnar ikki gjørd­ust størri enn neyðugt fyri politisku skipanina og um­sitingina, segði løgtings­for­maðurin.
"Her hjá okkum vendir alt øvugt. Teir einastu dóm­ar­nir, ið feldir eru í miðlunum og enntá av tingsins røðara­palli, hava reinsað teir, ið áttu at havt lagt frá sær. Ein tí­lík sjálvreinsandi skipan er ókend aðrastaðni," segði Hergeir Nielsen, ið við síni bersøgnu útsøgn gjørdist sam­røðuevni í steðginum mill­um fyrilestrarnar, ikki minst tí hann var maðurin, sum í november í fjør segði við Dimmalætting, at grann­skoðarafrágreiðingin fór at verða skrásett hjá tingsins for­mansskapi sum allar aðr­ar frágreiðingar.
Tey, sum høvdu lisið frá­greiðingina, hildu hetta vera eina merkiliga líkasæla út­søgn um eitt sera álvarsligt mál, men fríggjadagin var tón­­in ein heilt annar. Her­geir Niel­­sen fanst eisini at fút­anum:
"Ákæruvaldið er eftir trim­um og einum hálvum mán­að komið eftir, at tað vil onki hava við málið at gera, og politiska skipanin er ikki enn komin á mál við at játta neyðugan pening til at staðfesta ábyrgd og reinsa luftina og soleiðis skapa ein virðiligan arbeisdag aftur í teimum ráðum, ið rakt eru av lemjandi frágreiðingini hjá umboðsmanninum," segði Her­geir Nielsen.
 
Óheftur álitisstovnur
Løgtingsformaðurin vísti á, at umboðsmaðurin er álitismaður og tann einasti, ið óheftur er førur fyri at lýsa øll viðurskifti innan almennu umsitingina fyri lóggevandi valdinum og almenninginum. Hansara partur liggur ikki eftir í grannskoðaramálinum, tvørturímóti, hann liggur ljósár framman fyri politisku og almennu skipanina ann­ars, helt hann.
 "Umboðsmaðurin hevur á sera viðkomandi hátt drigið tjøldini frá og lýst alment umsitingarligt óskil, meðan politiski myndugleikin ikki enn hevur verið mentur at rudda upp eftir sær. Hetta er ein stórur vandi fyri sam­felagsskipan okkara," segði Her­­geir Nielsen, áðrenn hann ynskti løgtingsins um­boðs­manni og hansara starvsliði til lukku við 10 ára degnum og stóra tøkk fyri dygdargott og mennandi starv fyri før­oyska samfelagið.
Eftir hesa røðuna var leið­in løgd hjá hinum fyri­lestrarhaldarunum at viðgera samfelagsliga týdningin hjá umboðsmanninum, og sig­­ast má, at teir vóru full­samdir um tann týdning, ið stovnurin hevur. Sjúrður Ras­mussen nevndi m.a., at hann upprunaliga ivaðist í, um nakar føroyingur hevði nóg stórt trúvirði at vera um­­­boðsmaður. Helst var Guttorm­ur í Múli tann einasti, ið hevði neyðugu dygdirnar at røkja tílíkt starv, hevði hann skemtandi tikið til, áðr­enn stovnurin nakrantíð kom.
Nú hevði hann tó broytt hugsan og helt, at um­boðs­mansstovnurin hevur havt stóran týdning fyri tey, sum starvast í umsitingini, serliga sum inspiratión at viðgera mál á nøktandi hátt.