Luis Suarez er nógv í andglettinum fyri tíðina. Fyri 9 døgum síðani beit umstríddi áleyparin verjuleikarin hjá Italia, Giorgio Chiellini. Síðani er Luis Suarez revsaður við longum leikbanni.
Les eisini: Risa leikbann til Suarez
Hóast Luis Suarez er í trupulleikum uttanfyri vøllin, hevur FC Barcelona nú bjóða uppá Liverpool áleyparin.
Sum skilst vil Liverpool hava, at Barcelona skal gjalda tann klausulin, ið Luis Suarez hevur í sáttmálanum við Liverpool. Tann upphæddin ljóðar eitt stað millum 650-750 milliónir krónur.
Tað ljóðar eisini at FC Barcelona ætlar at ganga við til ta upphæddina og tí er ikki óhugsandi, at Luis Suarez verður seldur til FC Barcelona í nærmastu framtíð.
.