Venjing: Lúka 2 - Swimmers

Legg teg á búkin. Lat pannuna hvíla á gólvinum. Legg hendurnar á nakkan. Síðani skalt tú strekkja albogar og øksl, soleiðis at hendurnar vera strektar yvir høvdið. Før síðani hendurnar niður til mjædnarnar, og ger tað sama mótsatta veg. Rørslurnar skulu vera róligar og kontrolleraðar. Ongantíð skulu hendur ella albogar nerta við gólvið í hesari venjing.

 

Hetta er ein venjing, sum rakar vøddarnar kring herðablaðið, og møguliga fert tú at merkja, at tú hevur betur tamarhald á herðablaðnum, eftir at hava vant hetta nakrar ferðir.

 

Hetta er ikki ein “tung” venjing, men ein venjing sum krevur góða vøddastýring- og orku. Tað skal helst “syra” eitt sindur í vøddanum, tá venjingin er av.

 

Uppskot til endurtøkur: 15

 

Niklas Reginsson

Fysioterapeutur

NB Fysioterapi