23 ára gamli Lukas Grenaa Giessing hevur skrivað undir sáttmála við B36. Tað boðar felagið frá á Facebook. Venjarin hjá B36 sær møguleikar í fyrrverandi U21-landsliðsspælaranum.
- Lukas er ein spennandi ungur spælari, sum er skúlaður í FC Midjylland. Hann hevur eisini spælt eina rúgvu á føroyska U21 landsliðnum, sum hevur avrikað væl seinastu árini. Tíverri hava skaðar arga hann í fyrru hálva av 2023. Tískil mugu vit hava tol fyrstu tíðina, men vit síggja stórar útviklingsmøguleikar í honum, og vóna vit at kunnu verða við til at skapa røttu menningina av Lukasi í B36, sigur Dan Brimsvík.
Sáttmálin er galdandi til og við 2024.