Lukas Graham hevði ársins framførslu

Lukas Graham takkar nú fjepparunum fyri heiðurin

Fyrst í desember framførdi bólkurin Lukas Graham í talkshowi hjá Conan O’Brien í USA. Teir spældu sangin 7 Years, og tað gjørdu teir so væl, at teir vórðu í uppskoti til at hava havt ársins bestu framførslu í talkshwoinum hjá Conan O’Brien, sum er eitt av teimum best umtóktu í USA.

Tá ið atkvøðugreiðslan var liðug, vísti tað seg, at Lukas Graham hevði vunnið heiðurin púra trygt.

Nú takkar Lukas Graham sínum fjepparum fyri heiðurin, sum ivaleyst fer at skunda undir framgongdina á amerikanska marknaðinum.

Omanfyri ber til at síggja framførsluna hjá Lukas Graham!