Lukasjenko vann ivaval

   

Hvítarussiski forsetin sleppur at stilla uppaftur.
Alexander Lukasjenko, forseti í Hvítarusslandi, verður ofta umrøddur sum tann seinasti einaræðisharrin í Evropa, og nú hevur hann tryggjað sær rætt til at stilla upp til eitt valskeið afturat.
Fyri at hann kundi stilla upp fyri triðju ferð, mátti grundlógin broytast, og á fólkaatkvøðu um vikusiftið atkvøddu 77 prosent fyri at broyta grundlógina, so Lukasjenko kann halda fram.
Tað er úrslitið hjá teirri almennu valnevndini, men andstøðan leggur myndugleikarnar undir grovt val-svik. Sambært valnevndini var valluttøkan 90 prosent, men anstøðan sigur, at minni enn helmingurin av veljaranum atkvøddu, og at fólkaatkvøðan tí var ógyldug. BBC sigur seg eisini hava prógv fyri valsviki.