Lukasz á blettinum

Tað verður lagt til merkis í Danmark, tá ið Brøndby vinnur á útivølli. Bæði í superliguni og í 2. deild eystur, har næstbesta liðið spælir, hevur stóri trupulleikin leingi verið úrtøkan á útivølli.

Leygardagin eydnaðist tað næstbesta liðnum at vinna á útivølli fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum. Brøndby vitjaði B1908 á Amager, og Brøndby vann 6-1.

Millum málskjúttarnar var Lukasz Cieslewicz. Hann hevur áður spælt við ungdómsliðunum hjá VB, og nú er hann eyðsýndur álopsspælari á næstbesta Brøndby liðnum.