Lukasz er liðugur fyri í ár

B36 profilurin spælir ikki aftur fyrrenn komandi kappingarár

B36 profilurin, Lukasz Cieslewicz, hevur seinastu vikurnar sitið uttanfyri við knæskaða, og farna vikuskiftið var ivamál um Lukasz fór at gerast klárur til finaluna um Løgmanssteypið, sum B36 vann ímóti HB.

 

Men tað eydnaðist ikki. Hóast Lukasz Cieslewicz var við á dómaraseðlinum, var pólski leikarin ikki frískur nokk til at vera á vøllinum. Og tað verður Lukasz Cieslewicz heldur ikki restina av hesum kappingaráirnum.

 

Orsøkin er, at Lukasz Cieslewicz hevur toygt krossbandið og má undir uppvenjing fyri at fáa knæðið gott aftur.

 

-       Eg havi meitt mær krossbandið, men tað er ikki slitið, og læknin sigur at eg skal undir uppvenjing komandi 2-3 mánaðirnar, soleiðis at eg vónandi kann gerast heilt klárur aftur til komandi kappingarár. Men tað fer tíðin at vísa. Eg eri positivur og fari at arbeiða hart fram ímóti at koma í sama formin, sum eg var í áðrenn eg gjørdist skaddur, sigur Lukasz Cieslewicz.

 

At Lukasz Cieslewicz ikki fer at spæla við B36 restina av hesum kappingarárinum, er dyggur smeitur fyri árstalsfelagið. Lukasz Cieslewicz hevur verið millum lyklaleikararnar á B36 liðnum hvørt ár síðani hann kom til felagið í 2011.