Í dag fer Jóhan Petur Poulsen fyri fyrstu ferð at hava ábyrgdina av besta liðnum hjá Víkingi. Higartil hevur hann havt ábyrgdina av næstbesta liðnum. Fríggjakvøldið stóð hann at vera hjálparvenjari, tá ið næstbesta liðið hjá Víkingi vann toppdystin á útivølli ímóti NSÍ 3-2. Sven Olsen stóð at vera venjari.
Tað er greitt, at broytingar verða gjørdar á liðnum hjá Víkingi ídag, tá ið sammett verður við síðsta dystin, tá ið Eyðun Klakstein var venjari. Hann varð uppsagdur í næstsíðstu viku, og felagið boðaði frá, at tað nú vera fleiri á liðnum, sum eru uppvaksnir í felagnum.
Felagið hevur boðað frá, at miðverjin Vukasin Tomic er givin í felagnum, og Lukasz Cieslewicz er ikki í ferðalagnum norður til Margáir. Hann flutti í vetur úr B36 og til Víking, har hann hevur verið við í øllum 18 landskappingardystunum. Sambært faroesoccere.com er hann tvær ferðir skiftur inn og ellivu ferðir skiftur út. Lukasz hevur skorað trý mál.
Fríggjakvøldið skoraði Elias Lervig sigursmálið. Hann hevur ofta verið vongverji í vinstru higartil í ár, men í dag verður hann ikki millum teir fyrstu ellivu. Tí er sannlíkt, at Bergur Gregersen verður vongverji.
Arnbjørn Svensson, Geza David Turi, og Noah Mneney vóru ikki á listanum hjá næstbesta liðnum fríggjakvøldið. Tí er sannlíkt, at Jóhan Petur Poulsen ætlar, at teir skulu eiga stóran leiklut ídag.
Tá ið Víkingur 21. juni vann 2-0 við Margáir, vóru bæði Vukasin Tomic og Lukasz Cieslewicz á beinkinum. Lukasz varð skiftur inn, tá ið tað restaði eitt korter. Ta ferðina vóru Geza David Turi, Ingi Jonhardsson, Elias Lervig og Noah Mneney millum teir fyrstu ellivu.
Lukasz er vrakaður Lukasz er vrakaður
Fleiri broytingar vera á Víkingaliðnum, sum fyri fyrstu ferð síðani venjaraskiftið fer at spæla ídag
Jóannes Hansen
13. september 2020 kl. 11:07
Mest lisið hesa vikuna
Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina
24. oktober kl. 21:15
Heðin Mortensen vísir tatoveringarnar
24. oktober kl. 15:02
Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu
21. oktober kl. 16:21
Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk
22. oktober kl. 12:18
Fimm mans handtiknir fyri varðveitslu og deiling av myndum
20. oktober kl. 12:55
Tað verður illveður um vikuskiftið
22. oktober kl. 09:16
Fleiri tíðindi
Tíðindi
Hava funnið 7000 ára gamlan ankarstein í Noregi
4 tímar síðan
Fótbóltur
FAKTA: Ballon d’Or-vinnararnir seinastu tíggju árini
4 tímar síðan
Tíðindi
ST-granskarar: Russland fremur krígsbrotsverk í Ukraina
5 tímar síðan
Fótbóltur
FAKTA: Hesi vunnu á Ballon d’Or-kvøldinum
5 tímar síðan
Fótbóltur
Harry Kane vann Ballon d’Or fyri fyrstu ferð
5 tímar síðan
Tíðindi
Netanyahu undir trýsti undan valinum
5 tímar síðan
Tíðindi
Kropslutir av manni funnir í Rínánni
6 tímar síðan
Tíðindi
Átta leiðarar í Norðurlondum: Bjóða tøknirisunum av
6 tímar síðan
Tíðindi
FAKTA: Soleiðis er valdið býtt í Kongressini
6 tímar síðan
Tíðindi
Trump lovar millión fyri upplýsingar um valsvik
7 tímar síðan
Tíðindi
Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge
8 tímar síðan
Tíðindi
TEENS á Naxos
8 tímar síðan