Lukasz leitar eftir nýggjum felagi

Lukasz Cieslewicz leitar í løtuni eftir nýggjum felagi

Lukasz Cieslewicz er í løtuni uttan felag og leitar sær nýggjar avbjóðingar. Hann hevur drigist við ein skaða, men ætlar at geva tí ein kjans. Um tað ikki riggar, so hevur Lukasz Cieslewicz ein dreym um at royna seg sum venjara. Hann hevur A-venjaraprógv.

 

- Eg fekk ein skaða í fjør, sum hevur tikið eina tíð at sleppa av við. Nú venji eg væl og ætli mær at geva tí ein kjans sum spælari afturat, sigur Lukasz Cieslewicz.

 

Hann var í fjør partur av B68, men partarnir hava verið samdir um, at fara hvør til sítt. Lukasz Cieslewicz var heldur ikki at síggja nakað serligt á vøllinum í fjør, eftir at hann fekk ein skaða, sum millum annað hevur sett seg í nakkan.

 

- Eg leiti í løtuni eftir einum nýggjum felagi. Í løtuni hevur alt áhuga. Eg havi eisini hug at royna meg sum venjara einaferð. Tað er ikki uttan orsøk, at eg havi tikið A-venjaraprógv, sigur Lukasz Cieslewicz.

 

Lukasz Cieslewicz er uppvaksin í Vági. Hann spældi síðani í donskum fótbólti, áðrenn hann í 2011 kom aftur til landið. Hann skifti tá til B36, har hann spældi hann í níggju ár og bleiv valdur til ársins spælara í føroyskum fótbólti í 2011 og 2015.

 

Í 2020 skifti hann til Víking, og seinastu tvey árini hevur hann spælt við B68.