Lukasz nummar 1

Tað gekk ikki heilt sum ætlað hjá B36 í gjár

Bæði B36 og KÍ spældu í gjár javnleik 1-1 í undanumfarinum til Europa League. B36 á heimavølli móti St Joseph’s av Gibraltar, meðan KÍ spældi móti Birkirkara á Malta.

 

Les eisini: Mál og samrøður (FM1)

 

Lukasz Cieslewicz skoraði málið hjá B36, sum kom upp á brotsspark, eftir at høvðuspersónurin sjávur bleiv rendur umkoll. Tíverri fyri B36, so fekk St Joseph’s eisini brotsspark, sum teir skoraðu uppá.

 

- Eg síggi tað sum at vit eru tað betra liðið og hetta var fyrri hálvleikur. Vit trúgva avgjørt upp á, at vit kunnu fara til Gibraltar og vinna, sigur Lukasz Cieslewicz.

 

Í øllum hesum 1’tølunum, so spældi troyggjan hjá Lukasz Cieslewicz eisini við. Hann er nummar 11, men tá dysturin var liðugur í Gundadali, so var hann nummar 1, sum myndir vísir.

 

Tað gekk ikki heilt eftir ætlan hjá B36, sum var væl betra liðið. Returdystirnir hjá B36 og KÍ verða um eina viku. Tá spælir B36 á Gibraltar, meðan KÍ tekur móti Birkirkara í Gundadali. FM1 sigur frá dystinum hjá KÍ og fylgir gongdini hjá B36.