Í Luksemborg høvdu tey sett nøsina upp ímóti at sleppa av við allan spenning um annað plássið í bólki 1 í Nations League Deild C við at vinna á Føroyum.
Tað sá eisini út til, at eydnast hjá luksemborgarunum tá teir øktu til 2-0 í 47. minutti.
- Luksemborg var eitt stutt skiftið millum 56. og 59. minutt óuppmerksamir, og tað kostaði dýrt. Við at skora tvey mál syrgdi Bjartalíð fyri, at Føroyar koma upp á javnt aftur, skrivar Tageblatt.
Aðrastaðni skrivar Tageblatt: - Hevði tað ikki verið fyri hasa "fasuna" millum 56. og 59. minutt hevði alt riggað væl.
Tageblatt skrivar, at luksemborgsku spælararnir fóru eftir sigrinum, men teir manglaðu "presisjón" í álopspartinum, og so mátti heimaliðið taka til takkar við javnleiki 2-2.
Luksemborg var eisini greiður favorittur hjá veddingarfyritøkunum at vinna á Føroyum, so talan er um eitt gott úrslit hjá føroyska landsliðnum.
Luksemborg spælir úti móti Turkalandi 22. september, og heima móti Litava 25. september, tá teir kunnu tryggja sær annað plássið í bólkinum við sigri á Litava. Hjá uppflytaranum upp í bólk C, Føroyum ræður um at sleppa undan aftasta plássinum. Vit spæla úti móti Litava 22. september og heima móti Turkalandi 25. september. Javnleikur í Vilnius í Litava tryggjar okkum at sleppa undan aftasta plássinum.