Fyritøkan hevur leverað teir báðar Mercedes-Benz E320, ein svartan og ein silvurgráan, sum koyra við hennara hátign Margrethu drotning og Heindriki prinsi.
Eisini hava teir gjørt ein svartan Lexus GS 300 kláran fyri Five Star Entertainment, sum skipar fyri Elton John vitjanini í Føroyum. Bilin eigur Martin Restorff í Havn.