Lukturin frá bakarínum

Føroyar hava fingið nýggjan landsstýrismann í fíggjarmálum, og sigast má, at hann hevur gjørt vart við seg við nógvum hugskotum um, hvussu fíggjar- og búskaparpolitikkurin her á landi skulu rekast.

Men ikki allir politikarar eru so glaðir fyri hesi hugskotini. Løgmaður royndi fyrst at bera yvir við honum og segði, at hann (løgmaður) skuldi taka sær av at læra mannin politiska fakið. Seinni komu aðrir við sterkari lúti og søgdu, at um manninum ikki dámdi “luktin frá bakarínum”, mátti hann heldur finna sær annað arbeiði. Sagt við øðrum orðum, so skuldi Magni Laksáfoss velja ímillum at góðtaka bæði góða og ringa siðvenju, ella kundi hann pakka saman. Har skuldi einki broytast.

Úrslitið av hesum er, at nú fíggjarlógaruppskotið fyri 2008 er lagt fyri tingið, eru nógv av uppskotunum hjá landsstýrismanninum feigað av borðinum. Ella fyri at brúka myndina av bakarínum, so hevur tað eydnast at halda nøkulunda fast við tann gamla, kenda luktin.

Men nú koma somu menn og siga við fjølmiðlarnar, at útreiðslurnar á fíggjarlógaruppskotinum vaksa ov nógv, og avlopið er ov lítið. “Bakaravørurnar” smakka teimum ikki væl, tí smakkurin minnir ov nógv um luktin á bakarínum. Teir hava eftir øllum at døma funnið útav, at tá vit brúka fleiri pengar, verður avlopið minni. Luktur og smakkur fylgjast at. Tí bjóða teir seg til at ganga ígjøgnum alt uppskotið, konto fyri konto, fyri at vita um tað ikki ber til at fáa størri avlop. Teir vilja broyta smakkin á bakaravørunum, uttan at broyta luktin á bakarínum.

Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum hevði uppskriftina upp á eitt størri avlop, men hon bleiv feigað av borðinum. Men hava hesir, sum nú stíga fram, eitt veruligt ynski um størri avlop á landsins fíggjarlóg (eitt avlop, sum ikki hvørvur aftur í eykajáttanum), so kann eingin hava nakað ímóti tí. Men teir mugu vera fyrireikaðir til, at hetta í seinasta enda kann geva ein øðrvísi lukt á bakarínum.