Lumpaður at keypa Dimmu

Kappingarneyti okkara hevur aft­ur um dagarnar útmerkað seg við at skriva »eitt-beintar« søg­ur um seg sjálvan. T. e. søgur við einari ikki óheftari keldu, við ongum keldu­kritikki. Søg­ur, sum hava til endamáls at upp­hevja seg sjálvan – ella at smikra alment fyri sínum ar­beiðs­gev­ara.
Tað kalla vit van­liga horu­journ­al­i­stikk.

Soleiðis viðgjørdu tey eisini orr­ust­una, sum stóðst av prent­ing­ini av Dimma­lætt­ing á Prent­mið­støð­ini, har tey ikki vilja gjalda. Tá spann blað­ið eina eitt-beinta gýs­ara­s­øgu um rokk­arametodur frá vrak­aða spar­i­kassa­stjóra­num í Klaks­vík, sum hevði sína heilt ser­ligu ver­sjón av veru­leik­a­num – ein veru­leiki, sum tey á Dimmu stóla 100 pro­sent upp­á, tí tey eru jú øll í breyði hjá stóra mann­inum, sum fyrr ráddi fyri borg­um í Norð­oya Spar­i­kassa – og tí hev­ur ser­liga gott skil upp á at mála reyðu tøl­ini svørt. Hann er ar­beiðs­gev­ar­in, tí skulu øll á knæ – og sekt­in á prinsippini.
Nú sigur sami maður, sum – sam­bært Dimm­a­lætt­ing alt­so – hev­ur ver­ið »ein mans­ald­ur í banka­heim­i­num«, (»mans­ald­ur« er mið­al­lívs­tíð hjá ein­um menn­iskja, um­leið 70 ár) at hann angr­ar ikki, at hann keypti Dimma­lætt­ing – og í sama anda­drátti sig­ur hann, at fel­agið, sum seldi honum blað­ið, hev­ur lump­að hann og log­ið um tað, sum selt varð hon­um. Tað eru BankNordik, P/F Krún­borg og P/F Tjald­ur, sum hava selt, so her er tal­an um penga­sterk fel­øg – helst mun­andi sterk­ari enn ein frá­koyrd­ur spari­kassa­stjóri – hó­ast frá­far­ing­ar­sam­sýn­ing, sum hevði fingið Alfred, Ingeborg, Ernst og øll tey at rodna!
»Dimmalætting ger munin hvønn dag. Eitt blað, sum á ein spenn­andi hátt lýsir, greinar og kveik­ir og set­ir tíni á­hug­a­mál fremst. Les­ar­in er kjarn­in í okk­ara journ­al­i­stikki.«
Soleiðis stendur á forsíðuni á Dimmu. So­leiðis síggja tey á Dimmu seg sjálvi.
Sum lesari kundu vit hugs­að okk­um út­søgn­ina lýsta nærri, greinaða, so­leið­is at hetta kundi kveikt og sett á­hug­a­mál­ini hjá lesarum fremst.
Men tað var kanska ikki end­a­­mál­ið. Tað eru jú á­huga­mál­ini hjá honum, sum eig­ur Dimm­a­­lætt­­ing, sum eru fremst. Hann eig­ur all­ar journ­al­ist­ar­nar – og blað­stjór­ar­n­ar. Hann er nú kjarnin í journ­al­i­stikk­inum.
Tað kalla vit van­liga horu­jour­nalistikk.
Tíðindaleiðarin í Kring­varp­i­­n­um hev­ur kunn­gjørt, at Kring­varp­ið kann ikki við­­gera »trup­ul­leik­ar« hjá Dimm­a­lætt­ing, tí tey kenn­ast for væl.
Tað kann eisini bólkast und­ir horu­journ­alistikk.
Sosialurin er kapp­ing­ar­neyti – so hví ikki bara viðgera seg sjálv­an?
Sosialurin varð fyri sjey ár­um síðani seldur fyri 10 mill­i­ón­ir. Hvussu nógv fór Dimm­a­­lætting fyri? Nú tá so mangt verð­ur útbasunerað um selj­ar­an, so kundu ár­vaknu og »óheftu« blað­­fólkini á Dimma­lætti­ng fing­ið hesa detaljuna við eis­ini – tað hevði kanska givið enn eina virðisløn?