Luna setur smolt út á Sørvági

Luna fer hesa vikuna at seta smolt út í smoltrørum tvørtur um Sørvágsfjørð. Hetta ávirkar skipa- og bátaferðsluna á Sørvágsfirði

 

Smoltið verður verður út frá parkeringsplássinum í Bø. Rørið er væl avmerkt við ávaringarljósum, sigur Sørvágs kommuna.

Byrjað verður í dag, og arbeiðið heldur fram til og við fríggjadagin 4. oktober.

Heitt verður tí á skip og bátar um at vísa varsemi, tá ið verður siglt inn og út av Sørvági.

Neyðugt er, at skip og bátar hesar dagar sigla innan fyri ringarnar við Múlan, sigur Sørvágs kommuna.