Lundberg enn í Gøtu

Skuldi Víkingur havt tørv á einum áleypara í komandi kappingarári, so er væl møguligt, at hesin longu finst í felagnum

Christian Lundberg stendur nevnliga enn á spælaralistanum hjá GÍ, sum í fjør gjørdi sáttmála við vandamikla danan. Enn er tó einki, sum bendir á, at Víkingur hevur verið í sambandi við spælaran. Men skuldi áhugin verið til staðar, so er spæliloyvið altso á rætta staðnum.