Klokkan 8.15 í dag byrjaði rættarmálið, har Peter Lundin hevur ákært Piu Kjærsgaard fyri ærumeiðing. Tað ger hann, eftir nøkur óheppin orð frá politikarunum í Go’Morgen Danmark 19. Februar í fjør. Orðini hjá Piu Kjærgaard fullu drápsmanninum fyri brósti, og hann krevur nú 100.000 krónur í endurgjaldi. Pia Kjærgaard verður ikki sjálv til staðar í rættinum. -Eg skal verja hennara mál. Hon hevur onnur ting at gera í dag, sigur sakførari hennara Peter Trudsø. Hetta er ikki fyrstu fer, at Lundin hevur kent seg órætt viðfarnan. Í 2005 legði Lundin sak móti Dagbladet Information. Í tí førinum kravdi hann 25.000 krónurí endurgjaldi, tí blaðið nevndi hann sum psykopat. Men tað eydnaðist ikki honum at vinna hetta rættarmálið.