Lungnafelagið hevur fundir

Í kvøld og í morgin skipar Føroya Lungnafelag fyri upplýsandi fundum í Havn og í Klaksvík

Tann 17. februar í ár var Føroya Lungnafelag sett á stovn í samstarvi við Danmarks Lungeforening.

Í kvøld skipar felagið fyri fundi í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum í Havn og í morgin er fundur í skúlanum við Ósánna í Klaksvík. Fundirnir eru klokkan 19:00.

Talan er um upplýsandi fundir um hvussu ein verjir lunguni ímóti dálking, tubbaki, bronkitis, astma og øðrum.

Felagið ásannar, at hetta er ein av okkara størstu heilsutrupulleikum í dag.

Yvirskriftin er: Ansa eftir tínum lungum og fyrst á skránni er, at formaður felagsins Helena Dam á Neystabø býður vælkomin vegna Føroya Lungnafelag.

Síðani ein heilsan frá Danmarks Lungeforening við formanninum Mogens Thiim. Professari, yvirlækni, dr. med. Hans Bisgaard upplýsir um lungnasjúkur hjá børnum, harímillum barnaastma. Jón á Steig, yvirlækni, upplýsir um lungnasjúkur hjá vaksnum.

Í Havn endar borgmeistarin Leivur Hansen fundin og í Klaksvík er tað Jógvan við Keldu.

Kaffi og te og køkur eru at fáa og ballónir og merki eru til børnini.

Sí annars lýsing í blaðnum í dag.