Lunkaða Britney Spears

Britney Spears fær rættiliga lunkaði ummæli av stóra afturíafturkomu síni, ið var á MTV Video Music Awards sunnudagin.

Sambært People.com var Britney heldur ikki sjálv nøgd við framførsluna av lagnum Gimme More.

MTV Video Music Awards vóru í ár á The Palms Hotel & Casino í Las Vegas, og tað sum skuldi verða stóra afturíafturkoman hjá fyrrverandi poppprinsessuni, tyktist nógv merkt av nervum. Hóast Britney tónleikaliga ikki tyktist tann sama longur, so var klædnavalið ikki so óvanligt, eins og ofta áður var Britney bert ílatin tað allar mest neyðuga, trussur og brósthaldara.