Venjingardystur millum franska felagið Lille og ísraelska Maccabi Haifa endaði við roki, tá ið fjepparar við palestinskum fløggum runnu inn á vøllin og lupu á spælarar hjá ísraelska liðnum.
Dysturin varð spældur í Eysturríki mikukvøldið, og Lille vann dystin 2-0. Móti endanum av dystinum runnu áskoðararnir inn á vøllinum og royndu at sparka og sláa ísraelskar spælarar, sum hinvegin vardu seg.
Sambært heimasíðuni hjá Maccabi Haifa vóru teir flestu av áskoðarunum ættaðir úr Turkalandi, og teir stuðla palestinum í stríðnum við Ísrael.
Tað lukkaðist vaktarfólki og løgreglu at steðga samanbrestunum, og eingin kom álvarsliga til skaða.
Dysturin varð steðgaður, og ísraelsku spælararnir máttu førast frá leikvøllinum við strangum vaktarhaldi.
Oman fyri ber til at síggja videoupptøku av hendingini.