Lurtið heldur eftir Margrethe

Nýggjársrøða løgmans var rætt og slætt vánalig, sambært Jenis av Rana. Drotningin fær annað skoðsmál

Leiðarin fyri næststørsta andstøðuflokkin, Jenis av Rana, heldur ógvuliga lítið um røðuna hjá Jóannesi Eidesgaard nýggjarársaftan. Røðan hjá løgmanni var vánalig. Jenis av Rana hevur ikki eitt einasta positivt orð at siga um røðuna hjá politiska leiðaranum í Føroyum, tá vit mánamorgunin hava hann í telefonini. Harvið er ikki sagt, at yvirhøvdið fyri danska ríkið fær somu skoðsmál. Hennara røða var frálík.
- At hoyra drotningina var fantastiskt. Hon helt eina góða, fevnandi og heita røðu, har grundleggjandi virði vórðu viðgjørd, sigur Jenis av Rana.
Men so er tað eisini liðugt við teimum meira jaligu orðunum.
- Har var onki nýtt í nýggjárrøðu løgmans - ikki ein einasta nýhugsan. Hatta var politisk agitering, sigur Jenis av Rana.
- Eg gjørdist meira royalur enn nakað annað, sigur Jenis av Rana skemtandi.

Sjálvfylgjur
Tað, sum serliga harmar formann Miðfloksins, er, at løgmaður tosar um politiskar sjálvfylgjur, sum hann tekur til.
Hann heldur eisini, at løgmaður í fleiri førum stórliga mistekur seg.
- Bæði í sambandi við útlendingar og øll skulu hava somu møguleikar er ikki samsvar millum, hvat løgmaður sigur, og hvat samgongan vísir í verki. À tí ríkisrættarliga er tað aftur hendan sama endurtøkan við ongum nýggjum, sigur Jenis av Rana.
Eisini á øðrum økjum, eitt nú við neyðhjálpini til Asia, er Jenis av Rana skuffaður av løgmanni og samgonguni.
- Tann útrættað hondin er kørg, sigur Jenis av Rana.

Alt politisk burtur
Røðan hjá løgmanni nýggjársaftan eigur ikki at vera so flokspolitisk, heldur Jenis av Rana. Tað politiska stríðið eigur at vera lagt afturum. Hann heldur ikki, at tað í longdini verður spennandi við tílíkum nýggjársrøðum sum hana fyri fýra døgum síðani.
- Verður nýggjársrøða løgmans útvíðkað við meira manifestatión, so haldi eg, at tað er nøkur meining í henni longur, sigur Jenis av Rana.
Spurdur, hvussu stóran part av røðuni, hann vildi tikið burtur, svarar Jenis - eftir at hava hugsað seg um eina løtu - at tað hevði ikki verið nógv eftir.
- Alt hatta politiska reypið hevði verið tikið burturúr, og so hevði ikki verið nógv eftir, sigur Jenis av Rana.

Mynd: Margrethe bestod med glans - men Jóannes fall nýggjársaftan, sambært Jenis av Rana.