Dómari
Blómur frá øllum pørtum og tónleikur úr hátalarunum vóru á skránni, tá dysturin millum B36 og EB/Streym var av sunnudagin.
Fyri seinastu ferð hevði Suni Johansen leitt ein dyst í bestu deildini, og sjálvur tóktist hann hálvgum rørdur um heilsanirnar, tá vit eftir dystin fingu eitt prát við hann í dómararúminum.
- Hatta hevði eg so als ikki roknað við. Kanska havi eg hóast alt verið betri dámdur, enn spælararnir so ofta hava givið til kennar úti á vøllinum, sigur hann flennandi.
Jú. Hann tóktist rímiliga avkláraður um støðuna, nú avgerðin um at gevast var tikin. Ein avgerð, sum hóast alt hevði verið noydd oman yvir hann um tvey ár, nú navnabværið sigur 45, men soleiðis sum arbeiðsbyrðan á flogvøllinum var vorðin, var ikki stórt annað at gera.
- Dagarnir gerast jú ófatiliga langir. Flogførini hjá Atlantic gerast jú fleiri og fleiri, og onkra tíð noyðist man eisini at vera heima. Konan stuðlaði mær annars í at taka lat árið á tamb, men eg vildi ikki meira. Tað blívur for nógv í longdini, og so er best at gevast, sigur Suni.
Dømdi uttan prógv
Eftir at hava spælt fótbólt sjálvur, fór Suni seianst í 80'unum undir dómarayrkið, og hesum hevur hann trivist heilt væl í.
- Eg stóð dómararoyndina í 1991, men longu áðrenn hevði dømt einstakar dystir í bestu deildini.
Tað hevði so ikki gingið í dag, at dómarar døma uttan prógv, og Suni játtar alt fyri eitt, tá spurt verður, um tað er stórur munur á krøvunum í dag í mun til, tá hann byrjaði at døma.
- Ja - heilt stórur munur. Í ár hevur tað eisini verið púrasta konsekvent, at um dómarar ikki klára ymsu testirnar, so sleppa teir ikki at døma í bestu deildini. Tað merkir kanska eitt fráfall, og vit síggja jú eisini eitt stórt ættarliðsskifti nú, men tað má so vera. Eg haldi sjálvur, at tað er gott við hesum krøvunum, og ikki minst hevur eygleiðaraskipanin verið við til at hækka støði. Tá kemur tað oftani til meira konstruktivan kritik.
Bara góð minni
Hæddarpunktini hjá Suna vóru uttan iva steypafinalurnar í 2000 og 2002. Og hóast hann ongan tíð gjørdist altjóða dómari, so sigur hann púra greitt, at hetta heldur ongantíð var eitt mál í sjálvum sær.
- Tað var stórt, tá eg slapp at døma finaluna í 2000. Dysturin var kanska eitt vónbrot leikliga, men tað er altíð eitt heraklapp at fáa ein slíkan dyst.
- Annars var eg eisini í Noreg ta einu ferðina, har eg dømda eina altjóða U-16 kapping, og tað var ein veldug uppliving, men tað var so mín altjóða karriera. Tað hevur so heldur ikki verið nakað, sum eg havi strembað eftir, og tí er tað sum so heldur ikki nakað, sum eg kenni resta í á nakran hátt.
Men talan er væl saktans um nógv góð minni, kortini?
- Ja. At kalla bara góð minni. Tað ger jú, at tú kemur í samband við eina rúgvu av fólki, og fyri tað allar mesta hevur hetta bara verið positivt. Eisini spælararnir haldi eg hava verið blíðir, hóast blóðið onkra tíð kann gerast heitt. Sjálvur minnist eg í øllum førum bara ein einasta dyst, har talan veruliga gjørdist um rok - og tað var so ikki steypafinalan mikukvøldið!
Alt skal ikki takast nær
Hetta at hann so sjáldan er í veruligum roki, hongur helst eisini saman við leistinum, sum Suni plagar - ella plagdi - at leiða dystum eftir. Heldur enn at sleingja um seg við kortum, valdi hann ofta at tosa við spælararnar, og í nógvar mátar riggaði hetta eftir ætlan. Og tá vit at enda spyrja Súna, um tað kanska er so, at dómarar skulu lurta minni og døma meira, tykist hann ikki vera heilt ósamdur.
- Sum fyrrverandi spælari veitst tú, hvat bylgist í sinnunum, tá dysturin leikar á. Hóast orðini kunnu vera ógvuslig, so eru tey sjáldan illa meint, og skalt tú eisini duga, at tú ikki skalt lurta eftir øllum. Mín setningur hevur í øllum førum verið, at eg skal brúka eyguni sum mest og oyruni sum minst. Og tað haldi eg hevur riggað so toluliga væl, sigur nú fyrrverandi dómarin at enda.