Í fjør skipaði Venjarafelag Føroya, VFF fyri VFF-cup á fyrsta sinni, har fótbóltshugað fólk høvdu møguleikan at síggja tey flestu liðini í effodeildini, umframt okkurt lið í næstbestu deildini.
Hetta varð møguligt, tí kappingin fór fram ein leygardag í Gundadali, har bæði Tórsvøllur, niðari vøllur og ovari vøllur vóru brúktir til kappingina. Í fjør vann HB ta fyrstu, væleydnaðu kappingina.
Í ár verður kappingin leygardagin 1. februar, og á hesum sinni taka øll tey 10 liðini lut, sum skulu manna effodeildina 2014. Talan verður um tveir bólkar við fimm liðum. Talan verður um styttri dystir, har venjararnir fáa høvið at skifta nógv út.
Lutakastið um bólkabýtið verður í beinleiðis sending á Rás2 beint nú. Frankie Jensen frá Venjarafelagnum er komin í Rásarúmið at draga, saman við Hera Simonsen.
Fylg við lutakastinum við at lurta á Rás2, sum eisini hoyrist við at trýsta á leinkju ovast á síðuni.