Lutakast um merkingarúrslit

Lutakast um 10.000 krónur verður á Fiskirannsóknarstovuni 30. september kl 1930 millum teirra, ið hava borið aftur merki av merktum toski í tíðarskeiðnum oktober 1997 - september 1998. Eisini verða fyribils merkingarúrsligt løgd fram

Heystið og veturin 1997 vórðu 6000 toskar merktir við gulum ryggmerkjum og settir út aftur á landgrunninum.

Av teimum vóru

? 4100 nýtfiskaðir við troli og settir út í sama øki

? 1300 alitoskar - aldir undan tosxki av landgrunninum á Fiskaaling við Áir.

? 600 toskar fiskaði r av landgrunninum, og síðan goymdir í aliringi í Sundalagnum í 2-5 mánaðir, áðrenn teir vórðu sleptir aftur.

Harumframt vórðu 105 toskar merkitr við goymslumerkjum - t. e.ø merki, ið skráseta hita, dýpi og hallvinkul á fiskinum fleiri ferðir um dagin. Upplýsingarnar verða lisnar úr merkinum, eftir at tey eru afturfunnin.

Rættuliga nógv merki eru fingin aftur, og geva tey eina sera áhugaverda mynd av, hvussu toskur spjaðist um landgrunnin. Í sambandi við lutakastið verður greitt frá fyribilsúrslitunum frá merkingini, verður sagt av Fiskirannsóknarstovuni.

Sagt verður eisini, at fundurin er almennur