Lutakast verður í kvøld

Í kvøld verður lutakastið um hvussu spælast skal í kappingini um Løgmanssteypið. Lutakastið fer fram í ítróttarsendingini 3-2 hjá Kringvarpi Føroya.

 

18 lið eru við í pottinum, og verður kappingin aftur í ár skipað við undanumfari, har lið úr niðaru deildunum hava møguleikan at spæla seg við í sjálva kappingina. Tey fýra liðini, sum eru við í undanumfarinum, eru FF Giza/FC Hoyvík, Royn, Undrið FF og MB.

 

Undanumfarið verður leikt vikuskiftið 24. og 25. mars, ið er sama vikuskiftið sum Meistaradeildin fer í gongd.

 

Fyrsta umfar í steypakappingini verður spælt 9. apríl, fjórðingsfinalurnar 25. apríl og hálvfinalurnar 9. og 23. mei.

 

Lutakastið í steypakappingini hjá kvinnum verður komandi mánakvøld.