Lutakastið til innleiðandi umfarið og fyrsta umfar í steypakappingini hjá monnum hevur verið í kvøld. Greitt er millum annað, tað verður ikki ein endurtøka av finaluni seinastu tvey árini í ár. ÍF og EB/Streymur møtast longu í fyrsta umfari.
Føroyameistarnir skulu í fyrsta umfari í kappingini um Løgmanssteypið spæla móti Víking í Gøtu. KÍ fær vitjan av NSÍ, meðan TB og HB eisini bresta saman í fyrsta umfari.
Lutakastið til Løgmanssteypið:
Innleiðandi umfar:
FF Giza/FC Hoyvík MB
Undrið FF Royn
Fyrsta umfar:
Undrið FF ella Royn B71
KÍ NSÍ
FC Suðuroy Skála
AB FF Giza/FC Hoyvík ella MB
TB HB
B68 07 Vestur
Víkingur B36
ÍF EB/Streymur