Lutfalsliga lágt arbeiðsloysi í Føroyum

Samlaða arbeiðsloysi í teimum 27 ES-londunum er síðani á sumri í 2008 farið úr 7% upp í 9% av samlaðu arbeiðsmegini. Ringast stendur til í Spania, har arbeiðsloysi er komi heilt uppá 18,1%. Í baltisku londunum er støðan ikki stórvegis frægari, tí har er arbeiðsloysi um 17%, skrivar Samtak.

Holland hevur við sínum 3,2% arbeiðsleysu greitt lægsta arbeiðsloysi innan ES. Í Evropa annars er tað Noreg, ið hevur lægst arbeiðsloysi við 3,1% síðani er Holland við 3,3% og á triðja plássi eru Føroyar við 3,7%.

Í USA og Japan er arbeiðsloysi ávíðkavist 9,5 og 5,2%.


Norðurlendska Arbeiðsloysi

Um hugt verður at Norðanlondunum er arbeiðsloysisstøðan henda:



        juli 2009    juli 2008    

Noreg        3,1%        2,4%

Føroyar    3,7%        1,2%

Grønland*    4,0%        -

Danmark    6,2%        3,3%

Ísland        8,0%        1,1%

Finland    8,5%        6,4%

Svøríki        8,9%        6,0%