Elegant sjónvarp frá Amitech
Danski sniðgevin, Søren Rasmussen, sum eitt nú er kendur frá B&O, Hasselblad og Louis Poulsen, eigur æruna av nýggjasta Ami life sjónvarpinum. Til ber at seta sjónvarpið saman við rammum og litum, so tað hóskar til júst tín stíl.
Er at finna í LM-handlinum, og kostar 22.000,- krónur við fóti.
Stólurin fyri lívið
Y-stólurin ella “The Wishbone Chair” frá Wegner er ein sannur klassikarari. Einfaldur og lættur, við reinum linjum og vøkrum svungi. Og so er hann óvanliga góður at sita í. Fæst til keyps frá Casa á Smyrilsvegnum, og kostar úr 3245 krónur.
Feitar brillur til hennara
Í dag eru brillur ikki bara til teirra, sum hava vánalig eygu. Ongantíð hava so nógvar ymiskar brillur verið á marknaðinum og teir eru at fáa í øllum litum og skapum. Og so hevur tað ongan týdning um teir bara hava gløs í, ella um eitt sindur av styrki er í. J.F. Ray brillur til hennara, ið vil síggja ella bara síggjast!
Vórðu funnar hjá Niels L. Arge fyri 2970 krónur fyri stellið.
Litríkt Kaleidoskop
Kaleidoskopið úr blikk vekir vøkur barnaminni. Gev børnunum somu uppliving, sum tú fekk sum barn. Fæst fyri 72 kr í Prima á Hoydalsvegnum.
Trendy hundaskál
Stuttlig hundaskál úr reyðun blikki. Hóskar til allar hundar og kostar bert 98 krónur í
Prima á Hoydalsvegnum.
Rútmur og salsa stemningur
Hesi stuttligu marcasini fáast í nógvum litum og tveimum støddum. Fitt og stuttligt at heingja upp ella bara at spæla við. Tey smærru kosta 22 krónur hvørt, og tey størru einans 36 krónur. Fáast í Prima á Hoydalsvegur 6.
Nostalgisk glansibíløt
Glansibíløt eru tað heilt stóra í vetur. Lær didduna at gera fellibøkur, ella nýt tey til prýði í heiminum ella til kort og lutir. Fáast fyri 12 krónur fyri arkið í Prima á Hoydalsvegnum.
Glinsandi gimsteinar - stórir og smáir
Perfekt gáva til allar aldursbólkar, gentur og dreingir. Sera vakrir glasgimsteinar eru stóra hittið hjá børnunum nú. Teir smáu kosta einans 40 krónur og teir størru einans 78 krónur.
Fáast til keyps í Prima á Hoydalsvegnum.
Mega sakin undirklæði
Lekkur undirklæði halda kuldanum úti og hitanum inni. Hesi undirklæðini frá Frank Dandy eru bæði litføgur, sprøklut og stuttlig, og tey eru at fáa til bæði kynini. Fáast í fleiri ymsum litum, bæði undirbuksur og toppar, fyri 179,75 plaggið. Í Deres í Handilskjarnanum.
G-Star reim til hennara
Hip reim til hennara, ið vil hava tað hottasta. Fæst í fleiri litum og kostar einans 300 krónum í
Deres í Handilskjarnanum.