Lutirnir helst seldir í Danmark

Teir gomlu nazi-lutirnir, sum vórðu stolnir frá ríkisskjalasavninum í Keypmannahavn, eru helst seldir øðrum í Danmark. Tað heldur í hvussu er ein danskur nazi-savnari, sum sjálvur hevur keypt slíkar lutir í tí tíðarskeiðinum, tá stuldurin fór fram. Hann vil ikki leggja navn til, tí sambært TV2 situr hann í einum týðandi starvi.

Savnarin sigur, at teir stolnu lutirnir hava sera lítlan áhuga uttan fyri Danmark, men at tað ber til at selja teir fyri nógvar pengar í Danmark. Sjálvur hevur hann sæð donsk søvn, sum tað hevur kostað nógvar pengar at ogna sær.

Tað hevur ljóðað, at tey, sum hava keypt nazi-lutir frá tjóvunum, kundu sleppa uttan revsing, um tey settu seg í samband við løgregluna, men tað avsannar Ove Bundgård Larsen hjá løgregluni í Keypmannahavn.