Treysti skipar aftur í ár fyri Eik hálvmaraton í Klaksvík. Hetta verður samstundis FM í hálvmaraton. Talan verður um eitt sokallað býar ½-maraton, tí tað verður bert runnið í býnum, á einum rundteini á 7 km.
Umframt hálvmaraton so verður eisini skipað fyri 7 km motiónsrenning og barnarenning.
Startur og mál verða uttanfyri Eik. Hálvmaraton verður runnið tríggjar ferðir út á Bumshamar og norður á Kósini at venda.
Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra eina samrøðu við Guttorm Sørensen frá Treystinum um stóra rennidagin í Klaksvík í morgin.