Luttøka í ES samstarvinum setir Føroyar á heimskortið

Luttøka í altjóða gransking hevur styrkt stovnar og fyritøkur í Føroyum og givið granskarum avbjóðingar og uppgávur í altjóða høpi, sum ikki kundu verið avrikaðar uttan altjóða samstarv. Eisini hevur luttøkan latið upp fyri innlendis tvørgangandi samstørvum millum stovnar og fyritøkur.

Føroyska luttøkan letur upp fyri luttøku í slóðbrótandi gransking í altjóða høpi og gevur góðar møguleikar at samstarva tvørturum landamørk.

 

Eisini styrkir altjóða samstarvið tilvitanina hjá stovnunum um teirra gransking og vitanina um viðkomandi viðurskifti her í Føroyum.

 

Tað eru nakrar av niðurstøðunum í eini eftirmeting av samstarvinum við ES higartil, ið varð gjørd í fjør.

 

Góð úrslit

 

Føroyar hava luttikið í skráunum hjá ES, sum skipa útboð til verkætlanir viðvíkjandi gransking, menning og nýskapan, síðani 2010.

 

Føroyska luttøkan hevur verið fjølbroytt og nógv góð úrslit liggja eftir verkætlanum, framdar við stuðli úr ávikavist FP7 og Horizon 2020.

 

Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, fekk í fjør eina frágreiðing um luttøku Føroya í sjeyndu rammuskránni og Horizon 2020 við eftirmeting og tilmæli um framtíðar kósina.  

 

##med2##

 

Frágreiðingin, sum Granskingarráðið hevði gjørt í samstarvi við granskingarstovnar og nakrar fyritøkur, var samstundis fyrireiking til føroysku luttøkuna í nýggju stóru evropeisku skránni, Horizon Europe 2021-2027.

 

Føroyar luttaka við atlimaskapi í evropeiska samstarvinum. Hol varð sett á fyrstu innleiðandi samráðingarnar í endanum av 2020, og nú er komið so væl áleiðis, at formligar samráðingar eru um sáttmálan, sum skal lima Føroyar í størstu skránna nakrantíð, nevniliga Horizon Europe.

 

Føroyar á heimskortið

 

Í frágreiðingini verður víst á, at Evropa er ein pallur at vísa úrslit úr Føroyum. Luttøkan styrkir stovnar og fyritøkur, sum við luttøkuni gerast altjóða granskingarstovnar. Føroyar verða settar á heimskortið.

 

Nógv gransking kann ikki gerast lokalt, men krevur altjóða samstarv. Føroyski atlimaskapurin gevur stovnum, fyritøkum og einstaklingum møguleika at luttaka í evropeiskum verkætlanum á jøvnum føti við samstarvsfelagar í Evropa.

 

Samstarv um umsóknir styrkir millumtjóða netverkini, og varandi altjóða samstørv spyrjast burturúr. Eitt netverk, sum er karmur um eina verkætlan, verður ofta varandi, serliga um samstarvið riggar væl. Eitt vælvirkandi samstarv sær skjótt nýggjar framtíðar møguleikar og tað verður lættari at skriva nýggja umsókn um stuðul til verkætlan, sum er framhald av tí, sum longu er í gongd.

 

Ein annar ágóði av luttøkuni er viðkomandi samstarv við fólk við servitan innan virkisøkið hjá stovnunum. Samstarvið er sostatt annað og meira enn eitt samstarv um eina verkætlan.   

 

Í frágreiðingini vísa fleiri granskarar á luttøku í øðrum viðkomandi altjóða arbeiðsbólkum, innbjóðing til ráðstevnur og annað avleitt virksemi, sum Horizon 2020 verkætlanin hevur lagt lunnar undir. Hesir møguleikar at skapa sær eitt týðandi professionelt altjóða netverk kunnu ikki mátast og síggjast heldur ikki aftur í hagtølunum.

 

##med3##

 

ES setur dagsskránna

 

Umsóknir til ES skipanina kunnu vera ein avbjóðing. Tær skulu skrivast á ein ávísan hátt og sum oftast eru tær bundnar til eitt ávíst evni. Umsóknir til ES eru sostatt øðrvísi enn umsóknir, sum verða sendar til føroyskar grunnar, tí har ber sum oftast til at søkja um stuðul til tað evnið, sum ein sjálvur ynskir at arbeiða við.

 

At ES nevndin gjøgnum Horizon skránna biður um so nógvar bundnar uppgávur, skal síggjast í ljósinum á tørvinum at loysa tær avbjóðingar, sum heimurin stendur í.

 

Sameindu Tjóðir, ST, hevur til dømis við heimsmálunum sett dagsskránna viðvíkjandi fleiri avbjóðingum, sum ST væntar, at londini taka á seg. ES tekur hesa uppgávu á seg og velur at lýsa eftir verkætlanum, sum kunnu geva íkast til og vitan um, hvussu vit best náa heimsmálunum hjá ST.

 

ES hevur eisini egnar dagsskráir. Í desember 2019 setti ES “the European Green Deal” á skrá, sum eftir ætlan skal verða veruleiki í 2050.

 

Málið hjá ES er at minka um útlátið av vakstrarhúsgassi við í minsta lagi 55% í 2030, samanborið við 1990. Harumframt verður sett sum mál, at Evropa í 2050 verður heimsins fyrsti heimspartur, sum hevur null-útlát av veðurlagsgassi. 

 

Hesi mál hava sjálvsagt stóra ávirkan á Horizon Europe, bæði hvussu fíggjarkarmurin verður býttur millum ymsu økini, og hvørji evni skulu granskast.

 

 

 

##med4##

 

Vísindi fyri øll

 

Eisini í aðrar mátar leggur ES við Horizon skránni lunnar undir, hvussu farast skal fram. Í nøkur ár hevur miðvíst verið arbeitt við tilgongdini til tað, sum í dag gongur undir navninum “Open Science”. Open Science snýr seg um at tryggja granskarum lætta og skjóta atgongd til tilfar hjá hvørjum øðrum.

 

“Open Access” ger tað møguligt at geva út vísindaligar greinar í altjóða tíðarritum, uttan at atgongdin til greinina skal avmarkast av haldi til tíðarriti. Hetta varð í ávísan mun sett sum krav longu í Horizon 2020 verkætlanum, og tá bar eisini til at søkja um stuðul til hendan partin av verkætlanini.

 

Granskingarráðið hevur eisini stuðulsskipan til útgávu av vísindagreinum, sum hevur gjørt tað lættari hjá føroyskum granskarum og granskingarstovnum, at fáa stuðul til útgávuna.

 

Eisini verður dentur lagdur á “FAIR Guiding Principles”. FAIR stendur fyri FINDABLE, ACCESSIBLE, INTEROPERABLE AND RE-USABLE. Tað merkir, at dáturnar, sum liggja til grund fyri granskingini, skulu kunna nýtast av øðrum enn teimum, sum upprunaliga eiga dáturnar.

 

Granskingarráðið fylgir við gongdini á hesum økinum og arbeiðir við at seta mannagongdir í verk.

 

Greinin er prentað í blaðnum »Vísindavøka« sum er innlegg í Vikuskiftis-Sosialinum 10. september.