Óluva: Tað hevur verið rættiliga strævið

- Summar viðmerkingar kunnu verða keðiligar at hoyra ella lesa, sigur løgtingskvinnan Óluva Klettskarð

Óluva Klettskarð, sum býr í Klaksvík, situr á løgtingi fyri Tjóðveldi, og hon hevur seinastu tíðina verið partur av semjum um samkynd hjúnaband og fiskivinnunýskipanina hjá landsstýrinum. Hon er í andsøgn við ráðandi meiningarnar í Norðoyggjum, har mótstøðan ímóti fiskivinnunýskipanini er stór, og har samkynda hjúnabandið sambært meiningakanningum hevur minst undirtøku av øllum økjum í landinum.

Serliga í málinum um fiskivinnunýskipanina hevur Óluva Klettskarð staðið fyri skotum í lokaløkinum, sum hevur sterkt vinnulív og óttast at missa virksemið, nú fiskivinnan skal skipast av nýggjum. Onkur hevur sagt, at eitt er at stinga hondina í eitt vespureiður, men annað er at búgva í einum vespureiðri. 


- Eg fór frá einum góðum og væl tilrættaløgdum starvi sum miðnámsskúlalærari og mitt í rokið í einum máli, har øll hava eina meining. Mínir starvsfelagar í Havn merkja hetta als ikki á sama hátt, sum eg geri her í Norðoyggjum. Tað hevur verið rættiliga strævið til tíðir, sigur Óluva Klettskarð við Sosialin í dag.

- Tað er ikki soleiðis, at eg ikki fái frið fyri fólki, men fólk hava nógvar meiningar, og tað kann eisini ávirka familjuna. Summar viðmerkingar kunnu verða keðiligar at hoyra ella lesa, tær kunnu vera harðligar og ágangandi og merktar av at finna onkran, sum hevur ”skyldina”. Fólk eru bangin, og so kunnu tey reagera óumhugsað. Onkuntíð stúri eg fyri, at tað skal raka teir báðar dreingirnar hjá okkum, sigur hon.

Longri samrøða við Óluvu Klettskarð kann lesast í Sosialinum í dag. Hon sigur millum annað, at hon heldur fólk í Norðoyggjum vilja og tora ikki at siga sína hugsan um fiskivinnunýskipanina, tí tey óttast, at tað kann fáa avleiðingar fyri tey.